Ov nógvur vindur fyri vindmyllurnar

Ov nógvur vindur fyri vindmyllurnar
Vindurin vaks skjótt úr 20 uppí 25m/s og hetta hevði sær at myllurnar mistu ein stóran part av framleiðsluni
 
07.03.2015 - 12:42

Streymslit varð um alt meginøkið í nátt, tí vindmyllurnarnar hjá sev í Húsahaga ikki megnaðu  at framleiða streym, - vindurin bleiv rætt og slætt ov nógvur fyri vindmyllurnar. 

Finn Jacobsen, tekniskur leiðari á SEV sigur, at vindurin vaks úr 20 uppí 35 m/s eftir einari løtu í nátt, og hetta hevði við sær, at myllurnar mistu ein stóran part av framleiðsluni. Tá so aðrar skipanir ikki megnaðu at taka yvir, sløknaði um alt meginøkið í nátt millum kl. 4 og 5. 

Hetta var triðja black-outið hjá Sev higartil í ár - og sjeynda ella áttanda streymsliti. Sindur ringt at halda tal á. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117