Integrasjónin skal setast í verk

Integrasjónin skal setast í verk
Tjóðveldi mælir til at átøkini, sum verða nevnd í integrasjónsálitinum, verða framd
 
11.03.2015 - 08:13

Fleiri og fleiri útlendingar seta búgv í Føroyum, og nú er stundin komin at fremja í verki átøkini í Integrasjónsálitinum frá 2011.

Og tí eigur løgtingið at fáa landsstýrið at koma við lógaruppskoti, sum setur í verk átøkini, sum mælt verður til í álitinum, sum Innlendismálaráðið fekk frá einum arbeiðsbólki fyri fýra árum síðani.

Tað sigur Tjóðveldi í uppskoti til samtyktar, sum er á dagsskránni fyri løgtingsfundin í dag. 

Tey seks átøkini í álitinum frá 2011 eru integrasjónslóg, samskipari at arbeiða við integrasjón, kravt byrjanarskeið í føroyskum, eyka undirvísing í fólkaskúlanum, átøk fyri børn undir skúlaaldri og tulkatænasta.

Tjóðveldi sigur, at í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá fólki, sum bóðu um húsfólkasameining, familjusameining, við maka. Í fjør var talið næstan fjórfaldað, 75 umsóknir um húsfólkasameining vóru í fjør.

Sjey av tíggju umsøkjarum eru kvinnur. Tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær. 

1.234 fólk uttan fyri Norðurlond

1.januar í fjør vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Norðurlond, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum.

Tjóðveldi minnir á, at løgtingið hevur tikið undir við Integrasjónsálitinum og átøkunum í álitinum. Men stórvegis er ikki hent í verki.  

Integrasjón er eitt øki, har sum bæði land og kommunur mugu taka ábyrgd. Men landsstýrismaðurin í útlendingamálum, sum í løtuni er Johan Dahl, hevur yvirskipaða ábyrgd. Hann má seta mál fyri økið, orða politikkin og bera so í bandi, at onnur aðalráð og kommunurnar taka sín part á seg, sigur Tjóðveldi. 

Aðalorðaskifti var um Integrasjónsálitið í løgtinginum síðst í februar í 2013.  Innlendismálaráðið er ikki til longur, so nú eigur Vinnumálaráðið málsøkið integrasjón, sum er at fáa útlendingar at gerast partur av føroyska samfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065