Hýruvognar nýta taxametur í 2017

Hýruvognar nýta taxametur í 2017
Í Vinnumálaráðnum halda tey tað vera eitt framstig at krevja gjaldmálara í hýruvognar, og tí er lógarbroytingin gjørd og send løgtinginum
 
11.03.2015 - 08:21

Frá nýggjársdegi í 2017 kunnu tey, sum leiga hýruvogn í Havn millum annað, vænta at skula gjalda sambært gjaldmálara, og ikki sambært príslista sum nú.

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at loyva kommununum at krevja av teimum, sum koyra hýruvogn, at tey brúka gjaldmálara, taxametur.

Sambært Vinnumálaráðnum hevur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu biðið um at fáa lógarheimild til at krevja, at hýruvognar í kommununi hava gjaldmálara. 

Í Vinnumálaráðnum halda tey tað vera eitt framstig at krevja gjaldmálara í hýruvognar, og tí er lógarbroytingin gjørd og send løgtinginum.

Ikki fyrr enn í 2017

Men kommunurnar kunnu kortini ikki krevja, at taxametur verður brúkt fyrr enn 1.januar í 2017. Lógarbroytingin leggur tó upp fyri, at til ber hjá hýruvognum og bilstøðum at hava seravtalur um avtalaðar prísir við stovnar, feløg og fólk um flutning uttan at brúka gjaldmálara.

Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin gera kunngerð við reglum um gjaldmálarar og eftirlitið við teimum, so teir altíð vísa rætta prísin fyri túrin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523