Fólk í útbúgving fáa meiri studning

Fólk í útbúgving fáa meiri studning
900 fólk fáa studningin, og hækkingin fer at kosta landskassanum 900.000 kr. í ár
 
12.03.2015 - 08:01

Fólk í útbúgving, sum hava børn, fáa frá næsta skúlaári 200 krónur meira um mánaðin í studningi.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur biðið løgtingið hækka studningin upp í 966 kr. frá 1.august.

900 fólk fáa hendan studning, so hækkingin fer at kosta landskassanum 900.000 kr. í ár, men annars okkurt um tvær milliónir um árið.

Støðast betur

Landsstýrismaðurin vónar, at hækkaði studningurin fer at fáa fleiri lesandi við børnum at støðast í Føroyum. Aðrar broytingar og dagføringar eru eisini í lógaruppskotinum um lestrarstudning, sum verður viðgjørt á tingfundinum í dag.

Í dag fer tingið at viðgera mál, sum fara í Trivnaðarnevndina ella Mentanarnevndina. 

Teirra millum eru stuðul til privatar fjølmiðlar og kravið um, at kommunur rinda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd har, men ikki kunnu fara haðani, tí heimarøktin ella eldrarøktin fær ikki tikið tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115