Tjóðpallur Føroya verður á Skálatrøð

Tjóðpallur Føroya verður á Skálatrøð
Hetta varð kunngjørt í gjár, tá Tjóðpallurin fylti 10 ár
 
14.03.2015 - 10:21

Lógin um Tjóðpallin varð samtykt í 2003, og í 2005 kom Tjóðpallurin í staðin fyri Leikpall Føroya. Tjóðpallurin hevur verið í Meiaríinum, síðani hann byrjaði. Tað skuldi tá, í 2005, vera ein fyribils loysn.  

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kunngjørdi í gjár, at kommunan hevur avgjørt at skipa Skálatrøð sum mentanardepil við denti á bygging, sum hevur serstakan mentanarligan týdning fyri føroysku tjóðina og høvuðsstaðin. 

 

Tjóðpallurin verður 3.000 fermetrar við plássi til 200 áskoðarar í stóra salinum. Eitt 22 metra høgt palltorn verður eisini bygt. Eitt annað mentanarhús verður bygt her eysturi á Skálatrøð, tað verður 2.000 til 2.500 fermetrar. 

 

Hóast alla hesa bygging á Skálatrøð vera líka nóg bilpláss sum nú, 200. Men tey vera undir taki fram við berginum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025