SÍ koyrt úr kappingini

SÍ koyrt úr kappingini
Flogbóltssambandið hevur koyrt SÍ úr landskappingini
Mynd: jn.fo  
 
19.03.2015 - 22:27

Fyri einum mánaði síðan bleiv SÍ steypavinnari í mannsflogbólti, nú er felagið blakað úr FM-kappingini.

SÍ skuldi annars spæla fyrru FM-hálvfinaluna móti Fleyr í kvøld, men tann dysturin varð av ongum.

Flogbóltssambandið hevur sent SÍ skriv, har tað verður staðfest, at liðið ikki longur er við í FM-kappingini, tí teir hava ikki møtt til tveir dystir.

Talan er um tveir dystir móti Mjølnir í Klaksvík.

 

Rúsdrekka hevur órógvað

Nógv órógv hevur verið rundan um flogbóltsfelagið í Sørvági seinastu dagarnar. 

Nevndin hevur staðfest, at leikarar hava drukkið áðrenn dystir, og tað hevur fingið avleiðingar fyri fleiri.

Venjarin, Kristian Mikkelsen vildi heldur ikki vera við meira, hann hevur sagt upp.

Hjá teimum yngru leikarunum hevur eisini verið órógv. Nevndin í SÍ hevur tikið mannsunglingaliðið úr finaluni. Her hava eisini rúsdrekka-trupulleikar verið.

Skrivi til SÍ frá Flogbóltssambandinum kann lesast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373