Brutthópur til frælsan ítrótt úttikin

Brutthópur til frælsan ítrótt úttikin
25 íðkarar eru úttiknir til ein oyggjaleika-bruttohóp
Valborg Heinesen (rennari) verður helst eisini at síggja á oyggjaleikunum á Jersey í summar
 
25.03.2015 - 12:14

27. juni byrja oyggjaleikirnir á Jersey, og fyririeikingarnar hjá frælsum ítrótti eru langt síðani byrjaðar.

Heimasíðan athletics.fo skrivar, at í ár er úttøkan øðrvísi, tí feløgini eru sjálvi komin við teirra boðum um, hvør eigur at verða millum oyggjaleikaluttakararnar.

Tey allarflestu hava antin verið í talent ella elitubólkinum, men aðrir íðkarar, sum eru í góðum formi, eru eisini úttiknir.

Hesi eru fyribils úttikin:

 

Spurtarar:
Rúni Jacobsen, Hvirlan, 100 m og 200 m
Tummas Napoleon Arge, Hvirlan, 200 m
Magnus Dahl-Christiansen, Hvirlan, 100 m
Hildur Poulsen, Bragdið, 100 m
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, 100 m, 200 m og 400 m
Sára Debesardóttir, Bragdið, 200 m og 400 m
Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, Hvirlan, 100 m og 200 m

Loyparar:
Trygvi Laksafoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk
Øssur Debes Eiriksfoss, Hvirlan, hæddarlop, longdarlop og trístøkk
Bogi Berg, Hvirlan, longdarlop
Tórur Mortensen, Hvirlan, longdarlop og trístøkk
Edna Maria Debes, Hvirlan, trístøkk

Kastarar
Hallur Simonsen, Hvirlan, klingrukast
Heri Ziska, Hvirlan, klingrukast
Hanus Bergsson, Hvirlan, spjótkast
Marita Káradóttir Petersen, Hvirlan, spjótkast

Miðteinarennarar:
Rúni Seloy, Bragdið, 800 m
Teitur Bjarnastein, Bragdið, 800 m
Steingrímur Hallsson, Bragdið, 800 m
Eingar Gregersen, Treysti, 800 m og 1.500 m
Julian Gregersen, Treysti, 800 m og 1.500 m
Katarina Høj, Bragdið, 800 m og 1.500 m
Rebekka Fuglø, Treysti, 800 m og 1.500 m

Langteinarennarar:
Sam Vang, Bragdið, ½ maraton
Jan Elmar Sørensen, Treysti, 3.000 m forðarenning
Bjørk Herup Olsen, Bragdið, 3.000 m forðarenning, og 5.000 m
Valborg Heinesen, Bragdið, 5.000 m, 10.000 m og ½ maraton
Marna Egholm, Bragdið, 5.000 m, 10.000 m og ½ maraton

 

Hægsta luttakaratalið hjá FÍF til oyggjaleikir hevur ligið um tíggju. Higartil eru átta, sum hava klárað kravúrslitini fyri at sleppa við.

Tey eru Katarina Høj, Rebekka Fuglø, Bjørk Herup Olsen, Valborg Heinesen, Marna Egholm, Rúni Seloy, Øssur Debes Eiriksfoss og Hanus Bergsson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071