Eingin semja um samsýning til pedagogar

Eingin semja um samsýning til pedagogar
Semingsstovnurin er givin við royndini at fáa Pedagogfelagið og Lønardeildina at semjast
Terje Sigurðsson er semingsmaður. Semingsroyndin hjá honum bar ikki á mál
 
01.04.2015 - 07:53

Tað eydnaðist ikki Semingsstovninum at fáa semju millum Pedagogfelagið og Lønardeildina i Fíggjarmálaráðnum um samsýningina, sum pedagogar skulu fáa, tá tey eru vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing. 

Fundur var í nakrar tímar í gjár, men síðani boðaði Semingsstovnurin frá, at hann gavst við royndini at fáa partarnar at semjast. 

Avtalan um samsýningina varð gjørd fyri okkurt um 30 árum síðani. Pedagogfelagið segði avtaluna upp í heyst, tí tað vil hava hana dagførda. Avtalan fór úr gildi 1.mars.

Síðani hava samráðingar verið um nýggja avtalu millum Pedagogfelagið og Lønardeildina, men enn hava samráðingarnar ikki borið á mál.

Tí sendu partarnir boð eftir Semingsstovninum. Men heldur ikki tað gav úrslit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053