Nógv smáttaríir hjá løgregluni páskamorgun

Nógv smáttaríir hjá løgregluni páskamorgun
Forboðið gittarspæl á skeinkistaði og fólk á takinum hjá FK í miðbýnum í Havn. Nógv er, sum ikki er loyvt
Hóast páskir eru, hevur løgreglan ivaleyst at takast við.
 
05.04.2015 - 10:04

Løgreglan hevur ikki sitið hendur í favn seinasta samdøgrið. Tó hevur tað mesta verið tað, tey kalla smáttaríir.

Í Skálabotni í Eysturoynni koyrdi ein bilur út fyri ein annan bil á landsvegnum í gjárkvøldið. Bilarnir fingu skaða, men fólkini í bilunum sluppu frá óhappinum uttan skaða. 

Í nátt vitjaði løgreglan dansi- og skeinkistøð. Í einum staði var ein, sum spældi gittar. Og tað var ikki loyvt í nátt. Livandi tónleikur er forboðin, og tað er heldur ikki loyvt at dansa páskanátt. Tó er loyvt at spæla tónleik, bara ikki livandi tónleik. So maðurin, sum dittaði sær at spæla gittar í nátt, fekk boð um at leggja gittarin frá sær, og tað gjørdi hann so.

Tað er heldur ikki loyvt at ganga á takinum á FK í miðbýnum í Havn. Tað gjørdu kortini nakrir í morgun. Tað er brot á politiviðtøkuna, og menninir á FK-takinum fáa bót fyri tað, upplýsir løgreglan.

Seinni í morgun stóð ein maður og dukaði á eina hurð. Konan innanfyri visti ikki, hvør maðurin var, og ringdi eftir løgregluni. Tá løgreglan kom á staðið eina løtu seinni, og maðurin framvegis bankaði upp á fyri at sleppa inn, funnu tey út av, at maðurin, sum var eitt sindur drukkin, var farin á skeiva hurð.

Í Eysturoynni koyrdi ein maður bil. Tað er loyvt, men ikki, tá tú hevur drukkið. Tað metir løgreglan, at maðurin hevði gjørt. Hann bar við eina konu, sum datt og meiddi sær armin. Løgreglan fann ikki mannin beinanvegin, men eftir eina løtu varð hann funnin, og blóðroynd er nú tikin.

Og í Vágum vóru fólk ikki heilt samd. Ein kona og ein maður vóru farin at skeldast. Tað endaði við, at maðurin skumpaði konuna, sum so sló mannin í høvdið við einum glasi. Hvørki av hesum er loyvt, og løgreglan kannar tí eisini hetta málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375