VÍF er føroyameistari

VÍF er føroyameistari
VÍF er føroyameistari í manshondbólti. Teir vunnu í dag við einum máli á H71 í finaluni.
Mynd: Ári Rouch  
 
11.04.2015 - 20:39

Seinna mansfinalan millum VÍF og H71 endaði sum tann fyrra, VÍF vann við einum máli.

Nógvar spennandi ítróttarupplivingar hava verið í høllini í Vestmanna, men sjáldan - og kanska ongantíð hevur tað kókað sum í dag.

Høllin var á tremur við fólki, og saman við liðunum báðum syrgdu tey fyri, at dysturin bleiv ein uppliving.

Spenningurin helt sær til tað síðsta, men VÍF var omaná við einum máli, og har við eru vestmenningar føroyameistarar.

VÍF vann 24-23. Hálvleiksstøðan var 10-10.

Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at VÍF er føroyameistari í manshondbólti.

VÍF er eisini greipuvinnari, tí fyrr í ár vunnu vestmenningar steypakappingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770