Brellbiti: Her er seinasta Spískamarið

Brellbiti: Her er seinasta Spískamarið
Punktum verður nú sett fyri sjónvarpssrøðini, Spískamarið, nú átjandi og seinasti partur verður vístur. Sí brot úr seinastu sendingini her
Hóskvøldið verður punktum sett fyri Spískamarinum, tá átjanda og seinasta sendingin fer á skíggjan
Mynd: Skíggjamynd/Spískamarið á Facebook  
 
15.04.2015 - 08:38

Átjan oyggjar, átjan sendingar - ein frá hvørjari oyggj. Tað var ætlanin hjá teimum, ið hava staðið fyri at framleiða sjónvarpssendingina, Spískamarið.

Sí brellbitan niðanfyri

Málið hjá kokkinum, Gutta Winther, og framleiðsluliðnum er um at vera rokkið, og í annaðkvøld verður vitjað átjandu og seinastu oynna í røðini - í Fugloy.

Framleiðsluliðið við glaða kokkinum á skíggjanum hevur nú vitjað í øllum oyggjunum. Punktum verður sett fyri røðini hóskvøldið, tá seinasta sendingin fer á skíggjan.

Video: Brellbiti: Spískamarið í Fugloy

Spískamarið í Fugloy

Í átjandu og seinastu Spískamarssendingini eru vit í Fugloy. Hesa ferð fer Spískamarið á fjall við Gullaksenfamiljuni í Hattarvík ein frálíkan heystdag. Vit læra at gera blóðpylsu saman við bóndakonuni, fara eftir skoraveðri og matgera hvítanýra. At enda verður øll familjan og fjallfólkið samlað til eina rimmar máltíð, her eitt feskt krov verður drúgstokt upp á ein rættiliga ótraditiónellan máta. Tað skal upplivast.

Posted by Spískamarið on 14. apríl 2015

Seinasta Spískamarið er á skránni í sjónvarpinum hóskvøldið klokkan 19:25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327