Fótbóltur skal bøta um heilsuna hjá føroyingum

Fótbóltur skal bøta um heilsuna hjá føroyingum
Í næstum fara FSF, Setrið og fótbóltsfeløgini undir átakið "Heilsufótbóltur." Málið er at bøta um fólkaheilsuna hjá vaksnum og tilkomnum í Føroyum
Fótbóltssambandið og Fróðskaparsetrið fara nú saman við fótbóltsfeløgunum undir heilsufótbólt, har málið er at bøta um fólkaheilsuna hjá føroyingum
 
20.04.2015 - 09:40

- Nýggj gransking vísir, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsuárin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt. Luttakararnir hava ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetrinum við fsf.fo.

Endamálið við átakinum er at fáa vaksin og tilkomiæn, bæði kvinnur og menn, at venja og sparka eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis bøta um fólkaheilsuna hjá luttakarunum.

Ætlanin er at gera ymsar grundleggjandi mátingar av teimum, ið taka lut, fyri síðani at eftirmeta átakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025