- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sættahvørt barn fær frípláss

Umleið sættahvørt barn, sum verður ansað á stovni í Tórshavnar kommunu, fær frípláss, ella lutvíst frípláss. Tað vísir ein uppgerð sum kommunan hevur gjørt, og sum útvarpið hevur fingið innlit í.
2.400 børn eru á stovni í Tórshavnar kommunu, 591 eru í vøggustovu, 1061 eru í barnagarði og 766 børn eru í frítíðarskúla.
Av teimum fáa 378 børn frípláss, tey flestu fáa fult frípláss, vísir uppgerðin.
Inntøkugrundarlagið
Fyri at fáa fult frípláss skal inntøkugrundarlagið hjá húskinum í mesta lagi vera 247.000 kr. um árið. Tá skal dragast frá eitt sokallað barnagjald sum er 12.996 kr. fyri hvørt barnið, sum býr heima.
Liggur inntøkan ímillum kr. 247.000,og kr. 292.900, verður játtað lutvíst frípláss.
Skipanin við fíggjarligum fríplássum er regulerað í dagstovnalógini og tilhoyrandi kunngerð um fíggjarlig frípláss. Har er m.a. ásett, hvat roknast skal uppí inntøku v.m., upplýsir Tórshavnar kommuna.



























