Samgongan vil ikki yvirtaka útlendingaøkið nú

Samgongan vil ikki yvirtaka útlendingaøkið nú
Óvissan um, hvussu verður við Føroyum í Schengen, ger, at samgongan vil bíða við yvirtøkuni, sum eisini umfatar passeftirlit
Umframt at yvirtaka útlendingamál vilja tríggir andstøðuflokkar yvirtaka eftirlitið við fólki, sum kemur til Føroya
 
09.05.2015 - 16:18

Meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum heldur tað ikki vera ráðiligt at samtykkja at yvirtaka útlendingaøkið, áðrenn samráðingarnar hjá landsstýrinum um støðu Føroya í Schengen samstarvinum um marknaeftirlit eru lidnar.

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, komu í fjør heyst við uppskoti um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit. 

Hálvt ár í nevnd

Og nú hevur uppskotið verið í Uttanlandsnevndini í hálvt ár, síðani 4.november í fjør.

Yvirtøkan er í samgonguskjalinum, men í Sambandsflokkinum er ikki full undirtøka fyri yvirtøkuni.

Nú er Uttanlandsnevndin liðug við uppskotið, og álit verður skrivað og lagt fram mánadagin..

Samgonguumboðini fara at mæla frá at samtykkja uppskotið, so leingi óvissa er um støðu Føroya í Schengen.

Tjóðveldi og Framsókn mæla til at samtykkja uppskotið, men skjóta upp at flyta yvirtøkudagin frá 1.januar í ár til 1.januar næsta ár.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968