Svimjihallir skulu sleppa at selja sól

Svimjihallir skulu sleppa at selja sól
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at strika orðini í lógaruppskotinum, sum siga, at loyvt er ikki almennum stovnum at selja solariumsól
 
09.05.2015 - 16:32

Almennir stovnar, so sum svimjihallir, eiga ikki at missa rættin at bjóða fólki sóllampur, so tey kunnu gerast brún.

Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at strika orðini í lógaruppskotinum hjá landsstýrismaninum í heilsumálum, sum siga, at loyvt er ikki almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál. 

Lætt at hava eftirlit

Og tað er ikki loyvt almennum stovnum at leiga høli til vinnurekandi, so tey kunnu reka sólsølustað í hølum hjá tí almenna. 

Meirilutin í nevndini heldur, at í eitt nú svimjihallum er lættast at hava eftirlit við aldursmarkinum, tí lógin verður galdandi fyri fólk yngri enn 18 ár. 

Annars tekur meirilutin í Trivnaðarnevndini, bæði fólk í samgonguni og andstøðuni undir við uppskotinum hjá Karsteni Hansen.

Skulu gevast at taka sól

Men Hanus Hanus Samró í Fólkaflokkinum og Rigmor Dam í Javnaðarflokkinum taka ikki undir við tí og mæla frá at samtykkja tað.

Tey eru ikki sannførd um, at hetta lógaruppskotið fer at fáa ung til at gevast við at taka sól, tí talan er bara um eina veika signallóg, sum tey siga.

Óhepna avleiðingin kann hinvegin gerast júst tann øvugta: at vit nú halda, at vit hava avgreitt solariumsmálið og trygt kunnu fara víðari til onnur tilmæli í Krabbameinsætlanini.

Ómannaðar sólir 

Hanus Samró og Rigmor Dam siga millum annað, at í hoyringunum í Trivnaðarnevndini kom fram, at tey, sum selja sólviðgerðir, fara ikki at gevast við at hava ómannaðar sólstøðir og fara tí heldur ikki at hava eftirlit við, at aldursmarkið verður hildið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425