Happa minni á sosialu miðlunum

Happa minni á sosialu miðlunum
Føroyskir skúlanæmingar happa minni á sosialu miðlunum enn skúlanæmingar í grannalondunum
 
10.05.2015 - 13:33

Tað vísir nýggj kanning um happing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.

 

Sambært kanningini svara einans tvey prosent av spurdu næmingunum, at teir ofta uppliva, at aðrir næmingar senda særandi boð ella myndir umvegis fartelefon ella internetið. Níggju prosent siga seg hava upplivað hetta viðhvørt.

 

Úrslitið er komið óvart á arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt kanningina, tí happing umvegis sosialar miðlar hevur verið í stórum og skjótum vøkstri aðrastaðni samsvarandi tøkniligu menningina.

 

Arbeiðsbólkurin dugir kortini ikki at siga, hvør orsøkin er til, at skúlanæmingar í Føroyum happa minni á sosialu miðlarnar enn næmingar í grannalondunum.

 

Ein orsøk kann vera, at SSP-samstarvið, sum er tvørfakliga samstarvið millum skúla, foreldur og myndugleikar, hevur riggað væl og hevur fyribyrgt happing, heldur Katrin av Kák frá námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur sitið í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt kanningina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523