Ver róligur: D-vitaminir eru ikki so vandamiklar

Ver róligur: D-vitaminir eru ikki so vandamiklar
Tað er sera sjáldsamt, at fólk fáa eitrandi nøgdir av D-vitamin í seg, siga granskarar
 
12.05.2015 - 09:50

Javnt og samt hevur tað verið frammi, at ov nógv D-vitamin í kroppinum kann verða vandamikið ella beinleiðis deyðiligt.

Nanomol er ein mátieind fyri, hvussu nógv D-vitamin tú hevur í blóðinum. 

Kemur sjáldan fyri

Nú vísur amerikonsk kanning, at tað er sera sjáldsamt, at fólk koma upp á so stórar nøgdir. 

Av 20-túsund mátingum í einum stórum fólkabólki, høvdu átta prosent D-vitamininnihald í blóðinum sum var omanfyri 125 nanomol fyri liturin. 
Heimasíðan, sundhed.dk, skrivar, at tað er rímiligt støði fyri flestu menniskju, og er gott fyri fólk, sum líða av beinbroyskni ella nýrasjúku.

Bara eitt prosent hevði omanfyri 250 nanomol fyri liturin, - og tað kann, eftir donskum tilráðingum, verða eitrandi.

Bara eina ferð í 10 ár, meðan granskarar hava gjørt kanningina, hava teir sæð ein tilburð av D-vitamin-eitran, stendur í kanningini, sum ScienceDaily hevur endurgivið burtur úr. 

Ein eldri amerikanari hevði ikki hildið tilráðingarnar um dagliga at eta 100 mikrogramm av D-vitamin, og hevði í staðin etið 1.250 mikrogramm. D-vitamin støðið hjá sjúklinginum var 910 nanomol fyri liturin. - altso 9 ferðir so høgt, sum tilráðingini mælir til.

Mæla læknum at fylgja væl við

Granskarar frá Mayo Clinic í USA leggja dent á, at læknar skulu fylgja við, hvussu nógv D-vitamin sjúklingurin tekur, so hann ikki etur ov stórar nøgdir. Men, leggja granskararnir dent á, - tað hevur týdning, at fólk, sum mangla D-vitamin, eta ískoyti, og at nógv bendir á, at tú skalt eta nógv D-vitamin-ískoyti, áðrenn tað verður vandamikið.

- Hetta er greitt prógv um, at D-vitamin-eitran telist millum sjáldsamastu medisinsku fyribrigdi, og tá tað hendir, er tað ein tilvitað handling at taka stórar nøgdir av D-vitaminum, skrivar Michael F. Hollick, professari í medicini, fysiologi og biofysik við Boston UniversitySchool of Medicine, í grein, sum eisini lýsir arbeiðið hjá granskarunum.

Granskararnir greinaðu dátu, sum vórðu savnað í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2011 frá sjúklingum í eini verkætlan, sum savnaði inn heilsuupplýsingar frá íbúgvunum í Rochester-økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. oktober
Norðurljóð 28.oktober 2024
182560
Mánadag 28. oktober
Seinasta umfar undir luppin
182677
Mánadag 28. oktober
Góðan morgun Føroyar
182657
Mánadag 28. oktober
Morgunlestur mánadagur 28. oktober 2024
182552
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. oktober
Møti úr Frelsunarherinum í Vági.
182664
Sunnudag 27. oktober
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya
182663
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599