Nú skalt tú gjalda meira til Heilsutrygd

Nú skalt tú gjalda meira til Heilsutrygd
1. juni hækkar inngjaldið til Heilsutrygd. Tað rakar serliga tey við lágari inntøku meint, halda andstøðutinglimir, ið ikki tóku undir hækkingini
1. juni hækkar gjaldið til Heilsutrygd við 10 krónum samtykti Løgtingið á seinasta tingfundinum áðrenn tingið fór í summarfrí mikukvøldið
 
15.05.2015 - 09:58

Løgtingið samtykti mikudagin, at fasta mánaðarliga gjaldið til heilsutrygd skal hækka við 10 kr. 1. juni, so tað kemur upp á 170 krónur um mánaðin. 1. januar 2016 hækkar inntøkureguleraða gjaldið úr 0,55 prosentum upp í 0,60 prosent.

Samstundis sum inntøkureguleraða gjaldið hækkar, lækkar fasta gjaldið til 165 kr. Inngjaldið til heilsutrygd hækkaði seinast í 2012, og síðani eru útreiðslurnar til serliga heilivág og hjálparráð hækkaðar.

Greitt er, at Heilsutrygd ikki klárar útreiðslurnar í 2015 við verandi játtan, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum mett tað vera neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd beinanvegin.

Mæltu til gjøllari viðgerð áðrenn

Hækkingin av heilsutrygdargjaldinum fer at geva Heilsutrygd 9,2 milliónir kr afturat í 2015 og 2016. 15 løgtingslimir atkvøddu fyri at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, og 11 atkvøddu ímóti.

Tinglimir úr andstøðuni, ið ikki tóku undir við at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, mettu, at skipanin við Heilsutrygd eigur at vera eftirmett. Heilsutrygdargjaldið er hækkað fleiri ferðir seinastu árini.

Tað rakar serliga tey við lágari inntøku meint, tí fasta inngjaldið er høgt. Andstøðutinglimir, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, mæltu í staðin til, at málið fekk eina gjøllari viðgerð og varð lagt fram aftur á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762