Atlantic keypir nýggjar tyrlur

Atlantic keypir nýggjar tyrlur
Føroyska flogfelagið keypir í næstum tvær nýggjar tyrlur
 
16.05.2015 - 13:50

Atlantic Airways skiftir tyrluflotan út og keypir tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW 139, ið felagið ætlandi yvirtekur í fyrru helvt av 2016.  Talan er um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

 Nýggju tyrlurnar skulu loysa av tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum í dag eru í tyrlutilbúgvingini og rutuflúgvingini millum oyggjarnar. Talan verður um ein munandi bata fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina. 

 AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir.

           

Gott til sjúkraflutning

Í neyðstøðum og undir sjúkraflutningi hava AW 139 pláss fyri tveimum børum, tveimum av manningini í kabinuni og fýra avvarðandi. Bell 412 hava einans rúm fyri einari børu, tveimum av manningini í kabinuni og trimum avvarðandi. Samanumtikið er nógv meira pláss til bjargingararbeiði umborð á nýggju tyrlunum. 

Cruise ferðin hjá AW 139 er  260 km/t, og mesta ferðin er 303 km/t. Bell 412 hava somu cruise ferð og mestu ferð – í báðum førum 195 km/t.

 AW 139 taka 15 ferðafólk, og Bell 412 hava rúm fyri níggju ferðandi. AW 139 eru útgjørdar við sonevndum ”super silent kabinum”. Ljóðið umborð svarar sostatt til ljóðið umborð á einum ferðafólkaflogfari, og tí er ikki neyðugt við hoyrivernd, sum er alneyðug umborð á Bell 412.      

 Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag. Atlantic Airways hevur í fleiri umførum leigað AW 139 tyrlur til eitt nú flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu hollan kunnleika at handfara AW 139. 

           

-Hetta er eitt stórt framstig fyri tyrlutænastuna, tí gomlu tyrlurnar kunnu minni og minni, so hvørt nýggjar og strangari reglur støðugt verða settar í gildi á økinum. Við AW 139 fáa vit nútímans tyrlur til framtíðina, sum lúka allar viðkomandi treytir, sigur  Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223