Grannskoðaramálið í Landsrættin

Grannskoðaramálið í Landsrættin
Løgmansskrivstovan var fríkend í Føroya rætti. Eystari landsrættur skal viðgera málið 11. juni
 
28.05.2015 - 17:55

Nú kemur nógv umrødda - og drúgva - grannskoðaramálið fyri í Landsrættinum.

Rættarmálið millum tveir av grannskoðarunum og Løgmansskrivstovuna er sett at verða í Eystara Landsrætti hósdagin 11. juni.

Avgerðina um at kæra tóku grannskoðararnir og Christian Andreasen, advokatur, 10. februar, eftir at teir høvdu lisið dómin, sum fall í Føroya rætti.

Grannskoðararnir høvdu heitt á rættin um at ógilda avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni um at strika autorisatiónina, sum grannskoðararnir fingu í 2007. Tað gjørdi Løgmansskrivstovan í 2012.

Byrjar í 2010

Málið byrjaði í 2010, tá Løgtingsins Umboðsmaður kom við eini húðfleingjandi frágreiðing um, hvussu nakrir grannskoðarar av órøttum høvdu fingið síni pappír. Í miðdeplinum á málinum var ein serlig próvtøka, sum grannskoðararnir ikki høvdu staðið. Tá Løgmansskrivstovan tók pappírini frá teimum, stevndu grannskoðararnir, og nú hevur málið verið á veg í trý ár.

Føroya rættur vísti í sínum dómi á, at ein grannskoðari í sínum virki, er longdi armurin hjá tí almenna. Ein autoriseraður grannskoðari er ein serliga væl útbúgvin grannskoðari, sum í lógini fær víðar heimildir, sum eingin annar kann taka sær av, heldur ikki skrásettir grannskoðarar. Talan kann vera um eitt nú fíggjarfyritøkur.

Tí er tað í lagi, at ein, sum ætlar sær at gerast autoriseraður grannskoðari, skal til hesa serligu próvtøkuna, og trý ára virkistíð er ikki nóg mikið, segði rætturin.

Í dóminum legði rætturin serligan dent á, at grannskoðararnir fingu freist í trý ár at fara til royndina, og tann freistin fer ikki úr gildi fyrr enn seinast í hesum árinum, - næstan fýra ár eftir, at autorisatiónin varð tikin aftur. Rætturin segði, at tann freistin hevur verið væl egnað til at fara upp til neyðugu próvtøkuna.

Føroya rættur fríkendi tí Løgmansskrivstovuna.

Bara tveir eftir

Grannskoðararnir, sum stevndu Løgmansskrivstovuni, vóru upprunaliga fýra, men tá dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu.

Nú verður tað so Landsrætturin, sum 11. juni skal gera av, hvør hevur rætt í trætuni, grannskoðararnir ella Løgmansskrivstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283