Limir í Islamskum Stati ella Nusra á veg til Noreg

Limir í Islamskum Stati ella Nusra á veg til Noreg
Norska trygdarløgreglan, PST, upplýsir, at millum 5 og 10 av flóttafólkunum, sum ST ætlar at Noreg skal taka ímóti, eru limir í IS ella Nusra
 
01.06.2015 - 08:17

PST sigur við Dagbladet, at bæði Islamskur Statur og Nusra fylkingini, sum er ein deild av Al Keida, hava roynt at senda yvirgangsfólk til Noregs sum flóttafólk.

Norska fregnartænastan hevur tvær ferðir verið í Miðeystri, og er komin eftir, at næstan 10 av flóttafólkunum sum skuldu til Noregs, hoyra til teir báðar bólkarnar.

Misnýta hjálpararbeiði

Tað var flóttafólkanevndin hjá ST, sum gjørdi av, at flóttafólkini, harímillum yvirgangsfólkini, skuldu til Noregs.

Norski løgregluleiðarin, Svein Erik Molstad, sigur við Dagbladet, at tíverri finnast fólk, sum gera sær dælt av hjálpararbeiði, sum verður gjørt.

Hann vil kortini einki siga um, hvussu norska fregnartænastan fekk illgruna til fólkini, og heldur ikki á hvønn hátt, skrivar blaðið

Harðari revsing

Danska revsirætarráðið mælir til at broyta revsilógina, so fólk sum fáast við yvirgangsvirksemi, kunnu revsast harðari.
Stjórnin spurdi í fjør ráðið til ráðs um viðurskiftini, og nú mælir revsiráðið til at herða lógina.
Ráðið mælir til, at fólk sum fara í part við eitt nú Islamskum Stati, kunnu revsast við 10 ára fongsulsrevsing.

Lívlanga fongsulsrevsing
Fara fólk í part við Islamskum Stati, og samstundis stríðast ímóti donskum deildum, so eigur revsingin at vera upp í lívlanga fongsulsrevsing, sigur danska rættarráðið.
Tað er stórur munur á at halda við islamskum Stati og so at stríðast ímóti donskum hermonnum, sigur forsetin fyri Eystara landsrætt, Bent Carlsen, sum er formaður í revsirættarráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676