- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eigur at verða lagaligari at velja uttanlands
Løgtingið ger av, um tað skal verða lagaligari hjá føroyingum uttanlands at velja fólk í løgtingið.
Krevst lógarbroyting
Fyri at broyta kunngerðina frá 1992 um møguleikan hjá fólki, sum ikki býr í Føroyum, at sleppa á vallista, krevst fyrst lógarbroyting.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningi frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu.
Annika Olsen svarar, at hon ætlar at broyta kunngerðina "um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum," - soleiðis eitur kunngerðin - men fyri at broyta kunngerðina krevst fyrst heimild í vallógini. Og ta heimildina noyðist landsstýriskvinnan at biðja løgtingið um.
Atkvøða talgilt
Ætlanin er at skipa so fyri, at fólk uttanlands kunnu søkja talgilt um at sleppa á vallista.
Fólk, sum eru í útbúgving uttanlands, siga, at tað er ov nógv roks hjá teimum at sleppa at velja á løgtingsvali
Gunvør Balle spurdi eisini, um til ber at fáa føroysku sendistovurnar skrásettar sum valstað.
Annika Olsen svarar ikki beinleiðis, men svarar, at skotbráið er ov stutt at gera føroysku stendistovurnar til valstað til løgtingsvalið í ár.