Byggja 16 leiguíbúðir í Runavík

Byggja 16 leiguíbúðir í Runavík
Íbúðirnar skulu eftir ætlan verða lidnar í desember næsta ár
Mynd: Bústaðir  
 
15.06.2015 - 15:26

TN Bygging er farið undir at byggja 16 leiguíbúðir í Runavík.

Tað eru Almannamálaráðið, Runavíkar kommuna og Bústaðir, sum standa fyri at byggja íbúðirnar.

Talan er um bæði vardar bústaðir og almennar leigubústaðir.

Trý hús

Trý íbúðarhús skulu byggjast, í tveimum vera seks íbúðir og í einumj vera fýra íbúðir.

Átta av íbúðunum vera 62 fermetrar og átta vera 76 fermetrar. TN Bygging hevur høvuðsarbeiðstøkuna. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember næsta ár.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 16,7 mió. kr. uttan mvg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360