Vilja samráðast um danska fíggjarlóg

bannari
Vilja samráðast um danska fíggjarlóg
Danska stjórnin hevur tikið IA sum givið í fólkatinginum, sigur forkvinnan í flokkinum, Sara Olsvig
 
16.06.2015 - 09:06

Grønlendski flokkurin IA krevur at sleppa upp í part, tá donsku flokkarnir samráðast um fíggjarlógina.

Flokkurin hevur ikki viljað sagt, hvønn tey fara at styðja sum forsætisráðharra, og flokkurin hevur funnist at, at stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt hevur tikið IA sum givið í fólkatinginum, og í alt ov lítlan mun givið politikkinum hjá flokkinum ans.

- Vit eru limir í danska fólkatinginum á jøvnum føti við onnur, sum verða vald, men tað hevur danska stjórnin gloymt. Og vit undrast á, at vit ongantíð eru boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina, sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA, við Berlingske Tidende.

Avlýsti fundin

Flokkurin varð boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina í fjørheyst, men Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, avlýsti fundin, stutt áðrenn hann skuldi vera.

Hon finst at, at tað eru fleiri onnur viðurskifti, sum IA hevur áhuga í at vera við til at samráðast um. M.a. nevnir Sara Olsvig verjusamstarvið millum USA, Danmark og Grønland, sum støðin í Thule skal vera partur av. IA krevur nýggjar samráðingar um ta avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391