- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sinnisbati fer at veita ungdómsráðgeving í vár

- Ætlanin er, at vit tíðliga í vár kunnu bjóða ungum til samrøðu við ráðgeva.
Tað sigur Gunnvá Árnadóttir Djurhuus, sum er sett í starv sum leiðari fyri nýggju ungdómsráðgevingini hjá Sinnisbata.
Ráðgevingin er ment við íblástri frá Headspace í Danmark og Íslandi.
Sinnisbati stendur á odda fyri ungdómsráðgevingini, og fíggingin er tríbýtt millum land, kommunu og grunnar:
Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata skal veita eitt trygt fyribyrgjandi, dulnevnt, ókeypis og lætt atkomuligt tilboð, sum ung kunnu venda sær til, tá teimum tørvar hjálp, ráðgeving ella onkran at tosa við:
Sinnisbati stendur á odda fyri ungdómsráðgevingini, og fíggingin er tríbýtt millum land, kommunu og grunnar.
Á Altjóðasálarheilsudegi, sum verður leygardagin, varpar Sinnibati ljós á sálarheilsuna hjá ungum.
Tiltakið er alment og verður í Finsen í Havn.


























