Lukasz Cieslewicz bíðar eftir føroyskum passi

Lukasz Cieslewicz bíðar eftir føroyskum passi
Týdningarmikli leikarin fyri føroyameistararnar, Lukasz Cielsewicz, hevur longt sáttmálan við tveimum árum og umsóknin um føroyskt pass er latin inn
 
16.06.2015 - 20:44

Hann vendi aftur til føroyskan fótbólt í 2011, og síðani tá hevur hann umboðað B36. Hann hevur vunnið tvey føroyameistaraheiti við felagnum, og nú er greitt at hann verður at síggja í hvíta búnanum til endan av kappingárinum í 2017.

Hetta skrivar heimasíðan hjá felagnum, b36.fo. Har stendur eisini at lesa at Lukasz dámar sera væl í føroyum, ja so væl at hann og beiggin Adrian Cielsewicz hava latið umsókn inn um føroyskt pass. Teir hava ikki fingið svar uppá umsóknina enn. Ein slík umsókn kann taka heilt upp til tvey ár at viðgera. 



Men um Lukasz og beiggin, Adrian, fáa føroyskt pass, so er møguleikin eitt pláss á A-landsliðnum til staðar. 

les meira á www.b36.fo

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166