Broytingarnar í grindalógini samtyktar

Broytingarnar í grindalógini samtyktar
Vikið varð frá øllum tíðarfreistum, og málið fór ikki í nevnd
 
22.06.2015 - 14:31

Løgtingið hevur samtykt broytingarnar, sum Fiskimálaráðið skeyt upp at gera í grindalógini.

Tingið varð kallað saman fyrrapartin at viðgera málið, og vikið varð frá øllum tíðarfreistum. Málið fór ikki í nevnd, men beinleiðis til aðru viðgerð

Hetta var aðru ferð, síðani tingið fór til hús í mai, at tað varð kallað saman at viðgera tøkniligar broytingar í grindalógini.

Bara dómsvaldið

Fyri at sleppa undan øllum iva, skulu orðini leggja hald á, sum er at konfiskere á donskum, og draga inn, beslaglægge, brúkast í grindalógini. 

Og eingin ivi skal heldur vera um, at bara dómsvaldið kann leggja hald á ognir hjá øðrum.

Við triðju viðgerð vórðu broytingarnar endaliga samtyktar við 27 atkvøðum fyri. Ein atkvøða var ímóti, og ein var blonk.

Summarfrítíðin hjá tingfólkum heldur nú fram, og verður einki óvanligt, kemur tingið ikki saman fyrr enn á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213