Kundar misnøgdir við BankNordik í Danmark

Kundar misnøgdir við BankNordik í Danmark
BankNordik er aftur á niðasta plássi í ár
 
24.06.2015 - 13:15

Aftur í ár er BankNordik niðast á listanum við peningastovnum í Danmark, sum viðskiftafólkini hava hug at rýma úr.

Børsen skrivar við Bankanalysen sum keldu, at BankNordik er niðast á listanum eftir at 7370 viðskiftafólk eru spurd, hvussu nøgd tey eru við sín banka. Næst niðast er Danske Bank.

BankNordik var eisini á aftasta plássi í fjør.

Samanumtikið sigur greiningin í ár, at fjórða hvørt fólk í Danmark er so misnøgt við bankan, tey brúka, at tey umhugsa at finna sær onkran annan banka.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386