Útsetta drotningarvitjanin kostað 54.000 krónur

Útsetta drotningarvitjanin kostað 54.000 krónur
Tað er upphæddin, sum útsetta drotningarvitjanin í juni higartil hevur kostað landskassanum.
 
21.07.2015 - 08:40

Útvarpið hevur fingið eitt yvirlit frá Løgmansskrivstovuni. 

Í yvirlitinum eru 15 rokningar í sambandi við vitjanina, sum varð av ongum í næst síðstu løtu, tí fólkatingsval var tann 18.juni.

Størsta rokningin, 23.560 kr., er fyri prentlutir. 

Annars eru nógvar rokningar fyri ferðir innanlands og fyrireikingarfundir, ella undanvitjanir í Suðuoynni og Sandoynni.

Ein rokning, 5.000 kr., er fyri oyralokkar. Í yvirlitinum, Útvarpið fekk, stendur ikki, um oyralokkarnir eru ein gáva.

Løgmansskrivstovan hevur einki krav fingið frá kommununum, sum høvdu útreiðslur í sambandi við fínu vitjanina, sum kortini varð av ongum.

Við teimum rokningum, sum higartil eru komnar, kostaði útsetta vitjanin landskassanum 53.682 kr.

Vitjanini í juni varð, sambært almennu boðunum, ikki avlýst. Hon varð útsett.

Løgmansskrivtovan hevur ikki fingið at vita frá danska hoffinum, nær Margreta drotning og Heindrikur prinsur koma til Føroya.

Tey hava verið í Grønlandi nú í tvær vikur. Vitjanina har endar í Nuuk í morgin. 

Seinast, drotningarhjúnini vóru í Føroyum, var á sumri í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Líkt er til at oddurin fer at tódna í 2026
204656
Mánadag 23. februar
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin
204638
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607