Hava kært avgerðina

Hava kært avgerðina
Sea Shepherd hevur kært avgerðina hjá løgregluni í Føroyum um at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum
Manningin á Bob Barker, ið kom á Sund mánadagin, slapp ikki í land. Sea Shepherd hevur tí kært avgerðina hjá løgregluni
Mynd: KvF  
 
25.08.2015 - 09:01

Tað kunnger Sea Shepherd í morgun. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum er 11 ES-borgarar. Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi í gjár.

Grundgevingin fyri at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum er at halda lóg og landaskil í Føroyum.

Kæran ikki steðgandi virknað

Í gjár segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, við Útvarpið, at fólkini um borð á Bob Barker kunnu kæra avgerðina hjá løgregluni í Føroyum.

Sea Shepherd hevur kært. Men sum Andrass Marr Poulsen segði, hevur kæran ikki steðgandi virknað. Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon er kærd.

Bob Barker fór av Sundi klokkan knappliga hálvgum tíggju í gjárkvøldið og er nú eystan fyri Fugloynna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161