Grótið í Skopunar havn ruddað burtur

Grótið í Skopunar havn ruddað burtur
Arbeiðið at rudda grótið burtur í innsiglingini í Skopunar havn er nú liðugt. Seinkingar kunnu kortini væntast í heyst og vetur
Grótið í havnini í Skopun er nú ruddað burtur. Vánaliga brimverjan kann kortini elva til avlýsingar í heyst og vetur
 
26.08.2015 - 19:28

Fyrst í vikuni hevði Landsverk fingið burtur teir seinastu stívliga 600 rúmmetrarnar av gróti. Arbeiðið at rudda grótið hevur tikið góðar tríggjar vikur.

Tað er byggifelagið Articon, sum við hjálp frá donsku fyritøkuni Peter Madsen Rederi A/S, ið hevur gjørt arbeiðið at rudda grótið burtur í havnini.

Vánalig brimverja kann elva til avlýsingar

Hóast grótið í Skopunar havn nú er ruddað burtur, kunnu seinkinginar og avlýsingar kortini væntast hjá Teistanum í heyst og í vetur.

Orsøkin er, at brimverjan í innsiglingini í Skopunar havn er so vánalig, at til ber ikki hjá Teistanum at koma í Skopunar havn í ringum veðri.

Landsverk hevur í sett seg í samband við Dansk Hydraulisk Institut fyri at fáa kannað og gjørt eina varandi loysn, sigur Landsverk í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976