Lovaði ball fyri ferðapeningin - nú er hann valdur

bannari
Lovaði ball fyri ferðapeningin - nú er hann valdur
Bjarni Hammer, valevni á Tvøroyri, lovaði áðrenn løgtingsvalið, at hann fór at halda ball fyri ferðapeningin um hann bleiv valdur - og tað varð hann
Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, lovaði undan valinum, at hann fór at halda eitt stórt jólaborðhald fyri ferðapeningin hann fær. Í gjár varð hann valdur í Løgtingið
Mynd: Skíggjamynd/Facebook  
 
02.09.2015 - 12:34

"Verði eg valdur, merkir tað, at eg fái kr 55.000,- skattafríðar niður í lumman, fyri at lata meg flyta við Smyrli til og úr Tórshavn! Er hetta ikki praktfullt?"

Soleiðis segði Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, á Facebook fýra dagar undan løgtingsvalinum í gjár. Hann varð valdur í løgtingið í gjár.

Nú kunnu tey, ið valdu hann til løgtingsvalið, so smátt byrja at gleða seg. Í øllum førum um hann ger av at halda lyftið, hann gav undan valinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Soleiðis skrivaði Bjarni Hammer á sínum Facebook-vanga fríggjadagin. Boðini vóru eisini fagnað á sosiala miðlinum dagarnar eftir, har hann heystaði nógvar tumlar og viðmerkingar.

- Eg vísi á skeivleikan (við ferðapeninginum, red.) og hetta er ein háttur at varpa ljós á hetta, segði Bjarni Hammer í svari til fólk á Facebook, ið spurdu, hví hann gjørdi tað.

Bjarni Hammer fekk 298 persónligar atkvøður á valinum í gjár. Koma allir veljararnir til jólaborðhaldið - og hann brúkar allan ferðapeningin - fær hvør veljari mat og drekka fyri 184 krónur á jólaborðhaldinum.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa Bjarna Hammer at vátta, um hann ger álvara av at halda eitt stórt jólaborðhald fyri sínum veljarum, sum hann lovaði fýra dagar áðrenn løgtingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634