- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí Føroyakortini: Soleiðis atkvøddu føroyingar
Lutfalsliga búgva flestu veljararnir hjá Tjóðveldi í Havn, meðan lutfalsliga flestu veljarar hjá Javnaðarflokkinum búgva í Suðuroy.
Sí øll kortini niðanfyri
Tað sæst í nøkrum Føroyakortum, sum Ragnar Johannesen, forritari, hevur gjørt aftaná løgtingsvalið. Í kortunum eru brúktar bæði tær persónligu atkvøðurnar og atkvøðurnar til flokkarnar.
Í kortunum niðanfyri sæst, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir hvør sær fingu lutfalsliga í hvørjum øki kring alt landið á valinum í gjár.
Litirnir longst til vinstru (reytt) í litraðnum niðanfyri her vísa, hvar flestu veljararnir hjá flokkunum búgva. Litirnir høgrumegin (blátt) vísa, hvar flokkarnir fingu fáar atkvøður.
Her í Føroyum vóru flokkarnir best umtóktir
Niðanfyri eru sjey Føroyakort. Hvørt kort vísir, hvar ávikavist teir flestu og fægstu veljararnir hjá flokkunum búgva.
Kortið omanfyri: A - Fólkaflokkurin
Kortið omanfyri: B - Sambandsflokkurin
Kortið omanfyri: C - Javnaðarflokkurin
Kortið omanfyri: D - Nýtt Sjálvstýri
Kortið omanfyri: E - Tjóðveldi
Kortið omanfyri: F - Framsókn
Kortið omanfyri: H - Miðflokkurin