Íslendingar tóku øll á bóli

Íslendingar tóku øll á bóli
Íslendska landsliðnum vantar nú bert eitt stig at sleppa við í EM-endaspælið
Ísland tók í gjár allan heimin á bóli, tá ið landsliðið í fótbólti enn einaferð vann á Hollandi í Hollandi
 
04.09.2015 - 07:59

Ísland tók í gjár allan heimin á bóli, tá ið landsliðið í fótbólti enn einaferð vann á Hollandi í Hollandi. Við 1-0 sigrinum í Amsterdam í gjárkvøldið vantar íslendingum nú eittans stig fyri at sleppa við í EM-endaspælið.

Stigið kunnu teir tryggja sær sunnudagin, tá teir skulu spæla móti Kasakstan á Laugardalsvøllinum. Sigurmálið í dystinum í gjár skoraði Gylfi Sigurðsson í 51. minutti, tá ið Ísland fekk brotsspark. 

Undirmannaðir

Hollendska liðið varð undirmannað longu í fyrsta hálvleiki, tá Bruno Martins Indi sló íslendska framherjan Kolbein Sightórsson í høvdið, og Bruno fekk reytt kort og varð sendur av vøllinum.

Hollendska liðið megnaði í fjør at koma upp á triðja pláss í HM-endaspælinum í Brasil. Í ár hevur tó gingið óvanliga illa, og tapið fyri Íslandi kemur dátt við hjá nýggja venjaranum, Danny Blind. 

Sambært the Guardian vóru 3.000 íslendingar við og stuðlaðu landsliðnum í Amsterdam í gjár. Hetta svarar til eitt prosent av íslendska fólkinum.

Ísland liggur ovast í sínum bólki við 18 stigum. Liðið hevur tríggjar dystir eftir í EM-undanspælinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328