Thorning í uppskoti at verða hákommisserur

Thorning í uppskoti at verða hákommisserur
Starvið verður sett í heyst
 
04.09.2015 - 09:31

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, váttar nú, at danska stjórnin hevur skotið upp, at Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, skal verða flóttafólkahákommisserur í ST.

- Eg havi víst á Helle Thorning-Schmidt sum eitt sterkt umboð til leiðarastarvið í UNCHR, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum í løtuni hevur tíðindafund á Christiansborg saman við Helle Thorning-Schmidt.

Starvið verður sett í heyst, og nýggi hákommisserurin tekur væntandi við starvinum 1. januar.

Formliga setur ST-aðalfundurin starvið eftir tilmæli frá ST-aðalskrivaranum.

Helle Thorning-Schmidt tapti fólkatingsvalið í summar, og longu valkvøldið legði hon frá sær sum forsætisráðharri og forkvinna í danska Javnaðarflokkinum.

Danmark hevur eina ferð fyrr hava leiðsluna í UNCHR.

Poul Hartling, fyrrverandi forsætisráðharri og formaður í Vinstra, var flóttafólkahákommisserur eitt skifti í sjeytiárunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558