Búskaparráðið: Íløgurnar eru ov stórar

Búskaparráðið: Íløgurnar eru ov stórar
Ov stórt sveiggj er í íløgunum, heldur Búskaparráðið, sum ávarar um áttatiárini
Sverri Hansen er formaður í Búskaparráðnum
 
04.09.2015 - 10:15

Íløguætlanin, sum landið hevur sett út í kortið fram til 2024, kann hava skaðiliga ávirkan á búskapin. Landið eigur tí at eftirmeta íløguætlanina.

Tað sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd fyrrapartin.

Í frágreiðingini setur Búskaparráðið kikaran á íløgurnar hjá landinum, kommununum og so teimum almennu feløgunum, sum t.d. Føroya Tele og SEV. Ráðið hevur kannað íløguætlanina hjá landinum fram til 2024, og hevur samstundis spurt kommunur og áðurnevndu feløg um teirra íløguætlanir fram til 2024.

Og gjøgnumgongdin vísir, at íløgurnar verða stórar fram til umleið 2018-20, og minka so aftur næstu árini.

700 mió. kr. 

Til dømis verða íløgurnar hjá landinum yvir 700 milliónur krónur í 2018, 2019 og 2020. Og síðani minka tær niður í bara 250 milliónir krónur í 2022.

Hetta er ov óstøðugt, metir Búskaparráðið, og ávarar um áttatiárini.

- Vandi er sostatt fyri, at ein slík íløguætlan gerst konjunktur-viðgangandi - á sama hátt sum í áttatiárunum, og í sambandi við seinastu fíggjarkreppuna. Fíggjarpolitisk atlit kunnu neyvan hava verið tikin, tá hendan íløguætlanin er vorðin til, verður sagt.

Samanumtikið verður mælt til, at íløgurnar á landsíløguætlanini verða raðfestar av nýggjum, og eisini “rullandi” endurraðfestar við jøvnum millumbilum, og at tann politiska skipanin, ið skal luttaka í hesi raðfesting, í størst møguligan mun ger sær greitt tey raðfestingarkriteriir, sum rímilig eru at nýta í sambandi við slíka íløguætling, sigur Búskaparráðið.

Øll frágreiðingin frá Búskaparráðnum sæst her

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444