Rættingar fyri umleið 30 milliónir

Rættingar fyri umleið 30 milliónir
Rættingar eru gjørdar fyri góðar 30 milliónir krónur, vísir uppgerð yvir fyrra hálvár av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS
Uppgerð yvir fyrra hálvár av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS vísir, at rættingar eru gjørdar fyri góðar 30 milliónir krónur
 
07.09.2015 - 09:25

Talan er serliga um hækkingar í mvg-skylduni og skattskyldigu inntøkuni hjá fyritøkum. Eisini eru fleiri rættingar í kapitalvinningsskatti, persónsskatti, rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Á tolløkinum er eisini forðað fyri innflutningi av 663,1 grammi av hassji, umframt nakað av amfetamini og øðrum ólógligum og vandamiklum evnum, skrivar taks.fo

- Vit meta ikki, at støðan er verri enn tað, sum vit hava sæð síðstu árini. Flestøll hava gott skil á sínum fíggjarviðurskiftum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

- Tølini vísa, at tað er neyðugt hjá TAKS at hava vælvirkandi eftirlit, soleiðis at alt er so rætt, sum til ber, sigur stjórin sambært heimasíðuni hjá TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107