Nú verður fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið

bannari
Nú verður fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið
Fyrsti løgtingsfundur eftir valið verður settur klokkan 10. Tá verða millum annað tey sjey landsstýrisfólkini kunngjørd
Fyrsti tingfundurin byrjar nú klokkan 10. Á myndini løgtingsfólk í gongini í Løgtinginum, beint áðrenn tingfundurin verður settur
Mynd: KvF  
 
15.09.2015 - 09:51

Sambært Stýrisskipanarlógini skal nývalda løgtingið koma saman klokkan 10 tólvta yrkadagin eftir valdagin. Tað er í dag, 15. september.

Tó loyvir Stýrisskipanarlógin, at fyrsti tingfundur kann vera áðrenn tólvta yrkadag, um samgonga er skipað og løgmaður hevur boðað til fundar.

Nýggi tingformaðurin úr Tjóðveldi

Á tingfundinum í dag skulu valúrslitini frá løgtingsvalinum og valbrøvini hjá løgtingsfólkunum góðkennast. Eisini skal tingformaður veljast, umframt tríggir næstformenn.

Greitt er, at nýggi løgtingsformaðurin kemur úr Tjóðveldi, og roknað verður við, at talan er um Páll á Reynatúgvu.

Á tingfundinum verður eisini kunngjørt, hvørji sjey landsstýrisfólk skulu manna landsstýrið hjá Akseli V. Johannesen, komandi løgmanni.

Átta aðalráð í nýggja landsstýrinum

Javnaðarflokkurin

● Løgmann (herundir lógarmál)

● Almannamál

● Mentamál

● Innlendismál (arbeiðsmarknaðarmál, Landsverk og samferðsla)

Tjóðveldi

● Fíggjarmál

● Fiskivinnumál

● Heilsumál (herundir orka og umhvørvi)

Framsókn

● Uttanríkis- og vinnumál (vinna og handil, tó ikki samferðsla og orka)

Bæði útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis frá tingfundinum, sum byrjar klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329