Fáa meiri í løn, men missa eisini

bannari
Fáa meiri í løn, men missa eisini
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lýst nýggju lógina um lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum
 
16.09.2015 - 10:25

Aksel V. Johannesen, sum í gjár bleiv løgmaður, lýsti sína fyrstu kunngerð í gjár.

Tað er kunngerðin, sum sigur, at nýggja lógin um lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum kom í gildi í gjár.  Lógin varð samtykt á vári í fjør, men gildiskomudagurin skuldi ásetast við kunngerð. Og tann kunngerðin kom so í gjár.

Tey, sum nú eru í landsstýrinum, fáa nógv meira í løn enn tey, sum fóru úr landsstýrinum í gjár.Men tey missa aðrar inntøkur og skulu, eins og flestu onnur, rinda til egna eftirløn.

Løgmaður fær 17.560 kr., 30 prosent, meira um mánaðin, og landsstýrisfólkini fáa 14.535 kr., 29 prosent, meira enn tey fingu eftir gomlu lógini.

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, - tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið.

15 prosent í eftirløn

Skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin fer frá tænastumannaskipan til skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing.

Eftirlønin verður 15 prosent.  

Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum.   

Sagt varð í lógaruppskotinum, at landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið við nyggju lønarskipanini. Men í fjør vóru sjey fólk í landsstýrinum, nú eru tey átta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262