Formansskapurin viðger støðuna við valbólkum

Formansskapurin viðger støðuna við valbólkum
Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, sigur seg ivast, um tulkingin hjá nýggja løgtingsformanninum, Pálli á Reynatúgvu, er røtt
 
22.09.2015 - 08:46

Formansskapurin í løgtinginum fer fyrrapartin at viðgera  støðuna, eftir at Annika Olsen er farin úr Framsókn og hevur sagt formanssessin í fíggjarnevndini frá sær.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, kom í gjár til ta niðurstøðu, at valbólkurin hjá samgonguni kann bara velja onkran annan í sessin hjá Anniku Olsen. Løgtingsformaðurin vísti til grein 26 í tingskipanini. Hon sigur, at valbólkur kann velja onkran annan, um ein nevndarsessur gerst leysur.

Men ikki øll eru av somu fatan. 

Jógvan ivast

Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, sigur seg ivast í, um henda tulkingin kann brúkast í hesum føri. 

- Um so var, at Annika Olsen gavst sum tingkvinna, so skilji eg tulkingina hjá Páll á Reynatúgvu. Annika Olsen er ikki givin, men er farin í farloyvi, og tí er tulkingin hjá tigformanninum ikki røtt, sigur Jógvan á Lakjuni við Vágaportalin.

Fyrrverandi løgtingsformaðurin spyr, um ein løgtinglimur, sum hevur biðið um farloyvi, kann taka seg úr eini nevnd. Jógvan á Lakjuni sigur seg ivast í hesum, og tí vil hann hava málið viðgjørt á fundinum hjá formansskapinum fyrrapartin.

Bárður vil hava frágreiðing

Eisini Bárður Nielsen, fyrrverandi formaður í Fíggjarnevndini og næstformaður í Sambandsflokkinum, sigur seg ivast stórliga í tulkingini hjá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni.

Bárður Nielsen heldur tað vera stak óheppið, um løgtingsformaðurin nú leggur ein nýggjan leist fyri, hvussu løgtingslimir kunnu skifta millum nevndir. Og tí vil tingmaðurin hava eina frágreiðing frá løgtingsformanninum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483