Sáttmálasamráðingar byrja nú aftur

Sáttmálasamráðingar byrja nú aftur
Samráðingarnar millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og 25 fakfeløg, sum hava sáttmálar til 1. oktober, verða nú tiknar uppaftur
25 fakfeløg taka nú uppaftur samráðingarnar við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum
 
22.09.2015 - 12:17

Samráðingarnar millum Lønardeildina og fakfeløgini hava bíðað eftir nýggjum landsstýrisfólki í fíggjarmálum eftir løgtingsvalið 1. september.

Partarnir vóru samdir um at bíða við samráðingunum. Men hósdagin verður fundur við Starvsmannafelagið, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini.

SÍ EISINI Fyrireika sáttmálasamráðingar

Galdandi sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum fara úr gildi um eina góða viku. Partarnir hava latið hvørjum øðrum sáttmálakrøvini, og nakrir fundir hava verið.

Vanliga hevur Lønardeildin samráðingar við størstu fakfeløgini fyrst, og har verður støðið lagt.

Størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107