- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskar rakettir raktu ikki
Russiskar rakettir raktu ikki
Fýra krússararakettir, sum russisk skip í Kaspiska havinum skutu eftir málum í Sýra, raktu ongantíð. Tær duttu niður í Iran.

10.10.2015 - 12:03
Eftir øllum at døma varð álopið framt mikudagin, men tað er framvegis ógreitt, hvussu stórur skaðin er, siga amerikanskir embætismenn við BBC.
Russiska verjumálaráðið vísir amerikansku upplýsingunum aftur.
Russiski talsmaðurin vísir eisini aftur, at russar royna at raka mál hjá sýrisku andstøðuni.
Russisk herskip í Kaspiskahavinum skutu 26 rakettir, sum flugu 1500 kilometrar yvir Iran og Irak, áðrenn tær raktu 11 mál í Sýria, upplýsa russiskir myndugleikar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























