Seinasta kreppulánið afturrindað

Seinasta kreppulánið afturrindað
Ísland hevur nú rindað seinasta kreppulánið aftur til IMF, sum landið fekk eftir at tað fór á húsagang í 2008.
 
11.10.2015 - 10:21

Seinasta gjaldið,  sum Ísland rindaði aftur til IMF var 2,2 milliardir krónur, boðaði íslendski tjóðbankin frá í síðstu viku.

Góður búskapur

Landið skuldi eftir ætlan ikki rinda skuldina aftur fyrr enn fyrst í komandi ári, men íslendski búskapurin er so góður í løtuni, at stjórnin hevur valt at afturrinda lánið longu nú. 

Gjaldførið hjá íslendska tjóðbankanum er gott í løtuni, millum annað tí at bankin hevur keypt og selt á altjóða gjaldoyramarknaðinum, stendur í tíðindaskrivi frá tjóðbankanum. 

17,7 milliardir rindaðar aftur síðani 2018

Samanlagt lænti Ísland 13 milliardir frá IMF, og harumframt hevur Ísland lænt 14,7 milliardir frá Føroyum, Pólandi og hinum norðurlendsku londunum. Eisini hesi lánini vóru rindað aftur áðrenn tíð, í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2015. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391