Hava býtt málsøkini millum sín

Hava býtt málsøkini millum sín
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur býtt málsøkini í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2016 millum sín
 
22.10.2015 - 09:39

Forkvinnan, Ruth Vang, hevur løgtingið og løgmansfyrisitingina, Bárður á Steig Nielsen hevur fíggjarmálini og Pauli Trond Petersen fiskivinnumálini.

Helena Dam á Neystabø mentamál, uttanríkismál og vinnummál, Jacob Vestergaard hevur heilsumál og innlendismál, Bill Justinussen almannamál og Kristin Michelsen hevur samferðslumál.

Á fundinum hjá Fíggjarnevndini í gjár vóru Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri, og Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.

Annars hendir framvegis lítið í løgtinginum, tí eingi lógaruppskot koma. Tingfundur verður tó í morgin, tí tá skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, svara skrivligum fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, løgtingsmanni í Nýggjum sjálvstýri

Kári P. Højgaard spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at broyta kommunustýrislógina, so borgarstjórar, sum eru settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu vera í løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328