Krista skjótast í danska ríkinum

Krista skjótast í danska ríkinum
Krista Mørkøre slóg um vikuskiftið trý donsk met
Krista Mørkøre er millum skjótastu svimjararnar í norðanlondum
Mynd: isb.fo  
 
27.10.2015 - 11:07

Krista Mørkøre er skjótari enn nakrantíð.

Um vikuskiftið setti hon fýra persónlig met, og tað vísir eg, at hon nú eisini er skjótari enn donsku svimjararnir í sama bólki.

Krista eigur nú metini í paralympiskari svimjing á stuttgeil í 50 m. bringu, 50 m. firvald og í 100 m. frísvimjing.

ÍSB skrivar, at Krista er millum bestu paralympisku svimjarar í norðanlondum, og tí verður spennandi at fylgja henni til komandi stórkappingar.

Krista skal millum annað luttaka í EM í Madeira og í Paralympisku leikunum í Rio í 2016.

Tað var í svimjikapping í Klaksvík, sum Ægir skipaði fyri um vikuskiftið, at Krista sett nýggju metini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858