Arbeiðsgevarar firtnir

Arbeiðsgevarar firtnir
Arbeiðsgevarafeløgini í Vinnuhúsinum eru alt annað enn nøgd við ætlanina hjá landsstýrinum at broyta barsilsskipanina
 
29.10.2015 - 09:27

At leggja fleiri útreiðslur á hvørja lønarkrónu og hækka óbeinleiðis skattatrýstið á løntakaran ger kappingarførið hjá føroyskum arbeiðsgevarum enn verri hjá teimum, sum kappast við arbeiðsgevarar í grannalondunum.

Arbeiðsgevarafeløgini í Vinnuhúsinum eru alt annað enn nøgd við ætlanina hjá landsstýrinum at broyta barsilsskipanina, millum annað skal inngjaldið hækka, tí barsilsfarloyvið skal leingjast.

Feløgini fingu bara eina viku at gera viðmerkingar um ætlaðu lógarbroytingarnar. Við uppskotinum fær arbeiðsmarknaðurin eina stóra eyka útreiðslu, men hoyringarfreistin var bara ein vika.

SÍ EISINI Fingu ikki møguleika at viðgera broytingar áðrenn

Arbeiðsgevarafelagið bað um longda freist, men tað bar ikki til. Arbeiðsgevararnir undrast á, at broytingar í barsilsskipanini hava so stóran skund, at tær skulu við í fíggjarlógina fyri 2016.

Barsilslógin er broytt í ár. Tí átti at borið til at bíða til 1. januar 2017 við at broyta hana aftur, um hon yvirhøvur skal broytast.

Kanska eigur øll barsilsskipanin sum hon er at verða endurskoðað, millum annað við tí endamáli at gera hana liðiligari, so hon hóskar betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum, í staðin fyri áhaldandi at gera smáar broytingar við stuttum millumbilum.

Tað siga Arbeiðsgevarafelagið, Handverksmeistarafelagið, Prentsmiðjufelagið, Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum og Reiðarafelagið fyri farmaskip í hoyringarsvarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089