Klippikortini fara í søguna

Klippikortini fara í søguna
Eftir 1. desember ber ikki longur til at brúka klippikort á strandfaraskipunum. Klippikortini verða endurgoldin fram til nýggjársaftan
Eftir 31. desember fer ikki at bera til at brúka klippikort á strandfaraskipunum. Strandferðslan sigur, tíðin er komin at taka tey gomlu 10-túra kortini av
 
03.11.2015 - 08:24

Strandfaraskip landsins boða frá, at nú er so langt síðani, at nýggja ferðaseðlaskipanin varð tikin í nýtslu, at tíðin er komin at taka tey gomlu 10-túra klippikortini av.

Tey, sum hava óbrúkt klippikort, kunnu venda sær til Farstøðina í Havn ella høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri við kortunum.

Virðið av óbrúktum klippum minus 50,00 kr. verður flutt á eitt virðiskort, sum kann brúkast á øllum Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum.

Virði undir 50,00 kr verður ikki endurgoldið. Klippikortini verða endurgoldin fram til 31.desember. Eftir tann dagin fellur virðið burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290