Fá lógaruppskot komin í Løgtingið

Fá lógaruppskot komin í Løgtingið
Bara trý lógaruppskot komu í Løgtingið úr landsstýrinum í gjár, nú freistin at leggja fram uppskot, sum skulu avgreiðast fyri ársskiftið, er úti
Bert trý lógaruppskot komu úr landsstýrinum í tingið í gjár, týsdagin. Næsti tingfundur verður um eina viku
 
04.11.2015 - 10:46

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur eina málsliga rætting í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, um pengar til fólk, sum eru yngri enn 25 ár. Landsstýriskvinnan í mentamálum biður tingið broyta lógina um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

Skotið verður upp, at til ber at hava fleiri enn níggju próvtøkur fyri tey, sum velja fleiri A-stig, enn kravt er, fyri at sleppa undan at vita nøkunlunda frammanundan, hvørjar lærugreinar verða tiknar út til próvtøku.

Løgmaður hevur lagt fram uppskot um ríkislógartilmæli um at broyta reglurnar í rættargangslógini, so videoavhoyring eisini kann brúkast, tá 13 og 14 ára gomul børn verða avhoyrd um siðabrotsverk, blóðskemd ella harðskap í familjuni.

Í galdandi lóg er hetta bara galdandi fyri børn 12 ár ella yngri. Eisini skulu ung undir 18 ár í serligum førum kunna videoavhoyrast í staðin fyri at geva frágreiðing beinleiðis í rættarsalinum. Einki uppskot kom frá andstøðuni á tingfundinum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744