Kostnaðurin fyri tunlar fyribils ókendur

Kostnaðurin fyri tunlar fyribils ókendur
Ikki fyrr enn tilboðini eru komin, ber til at siga, hvussu nógv Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at kosta
Eysturoyartunnilin fer væntandi at kosta eina milliard krónur, hevur higartil verið sagt. Eingin neyv kostnaðarmeting er kortini tøk enn fyri teir báðar tunlarnar, P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal gera
 
12.11.2015 - 08:12

Higartil hevur verið sagt, at Eysturoyartunnilin væntandi fer at kosta eina mia. kr. og Sandoyartunnilin 865 mió. kr. P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir, at enn er eingin neyv kostnaðarmeting tøk.

Felagið arbeiðir við at útvega fígging og at bjóða út arbeiðið at byggja tunlarnar. Tá tilboðini eru komin, ber til at siga, hvussu nógv tunlarnir fara at kosta.

Henrik Old, landsstýrismaður, svaraði í gjár spurningum frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, um undirsjóvartunlarnar, sum landið skal gera.

Landsverk hevur góðkent fyribils linjuføring

P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir, at Landsverk, sum er góðkennandi myndug­leikin, hevur prinsippgóðkent fyribils linjuføring.

Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Hvítanes. Undir munnanum á Skálafjørðinum verður rundkoyring. Frá rundkoyringini fer so annar tunnilin til Runavíkar og hin til Strendur.

Í lógini um tunlarnar er ásett, at Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal. Tí er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin skal ikki hava samband við Hest, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í svari sínum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678