G!-tónleikastjórin: "Vit eru sjokkerað av hesum"

G!-tónleikastjórin: "Vit eru sjokkerað av hesum"
"Okkara hjørtu eru tung, og okkara tankar fara til tey, sum sita eftir," sigur Høgni Lisberg, tónleikastjóri á G! nú tað frættist, at G!-høvuðsnavnið, Oliver Tree, er deyður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.06.2026 - 20:57

Hvat vita tit um syrgiligu hendingina?

"Vit vita bert tað, sum frættist á netinum í løtuni. Har siga tey, at ein tyrluvanlukka hevur verið í Brasilia, og Oliver Tree er ein av teimum deyðu. Vit eru púra sjokkeraði av hesum. 

 

Tað er lítið at ætla, at hetta er ein stórur skelkur fyri tykkum øll. 

"Hettar er heilt vist ein stórur skelkur. Tað kennist púra óveruligt. Og satt at siga kennist tað løgið, at skula fyrihalda seg til ein so stóran sorgarleik, sum er so feskur enn." 

 

Umframt at vera ein skelkur, so er hetta eisini ein dyggur smeitur fyri festivalin. Oliver Tree var stóra altjóða høvuðsnavnið á G! í summar. 

"Í løtuni hugsa vit ikki praktiskt. Tíðindini eru júst komin, og tað fyrsta vit hugsa er, at her er talan um ein stóran sorgarleik. Bert 32 ára gamal, er Oliver Tree nú deyður, og eftir sita fleiri sum eiga og syrgja. Okkara hjørtu eru tung, og okkara tankar fara í fyrstu atløgu til tey, sum sita eftir. Hvussu vit reint praktiskt gera við hettar sum festivalur, tað kemur í aðru rekkju beint nú. Tað hyggja vit ikki uppá fyrrenn í komandi viku."

 

Hvussu takla tit sum festivalur ein sovorðnan sorgarleik? Skulu tit hava eitt navn at avloys? Ber tað til? 

"Vit bíða til í næstu viku við at fyrihalda okkum til hettar reint praktiskt. Eg haldi ikki, at G! Festivalurin hevur verið raktur av júst slíkum umstøðum fyrr, so hettar mugu vit líka finna útav, hvussu mann takklar slíkt. Í dag lurta vit eftir tónleikinum, og mann kann ikki annað enn undrast. Við sangheitum sum "Miss You" og "Life Goes On", kennist tað onkusvegna, sum hann sjálvur hevur gjørt soundtrack'ið til hendan sorgardag. Her er bert eitt at siga í dag, og tað er hendan syrgiliga heilsan, sum ikki sømir seg til nakran ungan persón: Hvíl í friði, góði Oliver Tree."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777